Um Liva Luna

Tað eru tær smáu, næru og veruligur løturnar, ið eg royni at fanga við mínum smúkkum.

Smúkkur, sum hóska til tínar týdningarmiklu løtur, men eisini til gerandisløturnar. Tú kanst blanda, seta tær saman og stíla tær upp ella niður, júst sum tað hóskar tær og tínum stíli. Smúkkurnar eru sniðgivnar við eyga fyri smálutum og við íblástri bæði úr náttúruni og rákinum í tíðini, men altíð við denti á at skapa nakað, sum kennist persónligt, vakurt og eitt sindur gandakent.

Byrjanin á ferðini

Eg havi droymt um at skapa nakað sjálv og arbeiða við tí, eg brenni fyri. Skapanargleði hevur altíð fylt nógv í lívi mínum, og tá eg ein dag gjørdi smúkkur saman við eini vinkonu, broyttist okkurt hjá mær. Knappliga fekk eg ikki hugsað um annað.

Tað byrjaði sum eitt ítriv, men skjótt gjørdist greitt, at tað var meira enn tað. Eg fall fyri allari tilgongdini – frá hugskoti til lidna smúkku – og spakuliga vaks Liva Luna.

Byrjanin á ferðini

Eg eiti Anita Joensen, eri úr Føroyum, og í 2024 stovnaði eg smúkkumerkið Liva Luna.

Tá eg byrjaði hesa ferð, fann eg skjótt út av, hvussu nógv mær dámar øll tey ymsu liðini, sum spæla saman í tilgongdini.

Eg havi altíð havt stóran áhuga fyri skapandi tingum sum myndatøku, tekning og øðrum verkætlanum, ið krevja neyvleika. Hesir áhugarnir møtast nú í arbeiði mínum við Liva Luna, har eg kann nýta bæði handalag og skapanarevni til at skapa nakað serstakt.

Túsund takk til tín, sum stuðlar fyritøku míni og dreymi mínum. Tað merkir alt.

- Anita